- Landið kann ikki blíva við at útbyggja her norðuri, uttan at samferðslukervið fylgir við.
Tað sigur Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, nú tunlarnir norður um Fjall verða stongdir ávís tíðarskeið vegna kaðalarbeiði hjá SEV.
Vegna økt virksemi norðanfyri, millum annað hjá Bakkafrost, má SEV leggja kaðal so økti eltørvurin verður nøktaður.
Tað ávirkar íbúgvarnar, ið búgva norðanfyri, tí nógv arbeiða í skiftandi vaktum og hetta gongur útyvir millum annað teirra bíðitíð og nær tey mugu fara heimanífrá og til arbeiðis.
Irdi Jacobsen sigur, at tað er sjálvandi at fegnast um, at tað er nógv virksemi í økinum, men hetta ávirkar hennara borgarar so nógv, at ein onnur loysn skuldi verði funnin.
- Tann virðiliga loysinin vildi verði, at breiðka verandi tunlar og gjørt hitt arbeiðið samstundis, sigur Irdi Jacobsen.