Ljóðbrot á Rás 2: Fiskivinnuupskotið fyri tingið innan fjúrtan dagar

Løgmaður vónar, at semja fæst um fiskivinnunýskipanaruppskotið á samgongufundinum, sum samgongan hevur í Suðuroy í dag og í morgin.

Tá ið Smyril fór av Havnini klokkan 13 í dag, fór samgongan í Løgtinginum og landsstýrismanningin við suður.

 

Endamálið við túrinum sunnanfjørðs er at royna at finna eina semju um endaligu orðingina um nýggja fiskivinnuuppskotið, sum skal fyri tingið í hesi tingsetuni.

 

Enn eru fleiri fleiri  punkt, sum endalig semja ikki er gjørd um og fleiri samgongulimir hava boðað frá, at broytingar mugu gerast, um tey skulu taka undir við uppskotinum.

 

Rás 2 tosaði við Aksel V. Johannesen, løgmann, á miðdegi. Hann segði, at ósemjan millum fólk var ikki so stór. Nú verður farið suður at hyggja at, hvussu Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tillagað uppskotið sambært hoyringsskrivunum, sum komu inn, og síðani verður mett um, hvørt aðrar tillagingar eisini mugu gerast.

- Vit hava alla tíðina sagt, at hoyringsskrivini skulu fáa eina sakliga og góða viðgerð, og tað er tað, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt seinastu tvær vikurnar, síðani hoyringsfreistin var úti. Nú skulu vit leggja eina seinastu hond á uppskotið, so at tað verður optimalt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Hann vónar, at uppskotið verður lagt fyri tingið innan 14 dagar. Hann greiðir frá, at løgtingið eftir ætlan fer í summarferiu 11. mai. Hann sigur, at tey megna ikki at viðgera málið liðugt til ta tíð, men vónandi kunnu ein avtala gerast við løgtingsformannin um at hava fyrstu viðgerð, so at málið kann beinast í nevnd. Síðani kann løgtingið kallast saman aftur til aðru og triðju viðgerð.

 

Samgongan og landsstýrið verður í Suðuroy í dag og í morgin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Aksel V. Johannesen, løgmann.