Ljóðbrot: Onga kollvelting – rætta lýtini

Millum aðrar á panelfundinum fríggjakvøldið, var Dánjal í Skálum. Hann er reiðari á millum øðrum Vesturbúgvanum og Skálfossi.

 

Dánjal í Skálum segði á fundinum, at fiskidagaskipanin hevur síni lýtir, sum skulu rættast, men at hon er grundleggjandi ein góð skipan.

 

Les eisini: Nýskipanin má ikki verða Landsbankin umaftur

 

Tá hann var spurdur um hvat tilmæli hann vildi geva Høgna Hoydal, landsstýrismanni, segði Dánjal í Skálum, at tað eru viðurskiftir, ið skulu justerast, millum annað skipabólkarnir, men tað er eingin orsøk, at kollvelta skipanina.

 

Hoyr ljóðbrot við at trýsta á pílin undir myndini.