Ljóðbrot: - Hetta er ikki í lagið

- Niðurstøðan viðvíkjandi teimum loyvunum, sum eru givin er á trappuni, men hon er ikki gjørd enn.

 

Tað sigur Høgni Hoydal í samband við loyvini, sum Næraberg og Slættaberg hava fingið at fiska svartkjaft við veiðiloyvum frá línuskipum.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann tekur undir við niðurstøðuni frá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014, ið mælti frá hesi mannagongd.

 

- Vit arbeiða við hesum, men enn er ikki greitt hvat vit gera, men tað er heilt vist, at hetta er ikki í lagið, sigur Høgni Hoydal.