- Eg havi havt ætlanir um at royna okkurt annað í eina tíð og nú bjóðaði hesin møguleikin seg.
Tað sigur Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður í Føroyum, nú hann fer í annað starv í danska forsætismálaráðráðnum.
Hann fer tó framhaldandi at hava samband við Føroyar, tí starvið í Danmark hevur við grønlendsk og føroysk politisk viðurskiftir at gera.
Hoyr samrøðu við Dan M. Knudsen, skjótt fyrrverandi ríkisumboðsmann, nú hann hann hevur ein mánaða eftir í starvinum.