Bakkafrost hevur eina fimm ára íløguætlan á 2.2 milliardir krónur, ið millum annað inniberð, at peningur verður settur av til at minka um lívfrøðisliga váðan við sjúkum og øðrum. Einki alifelag kann yvirliva um tað ikki ger tað.
Tað sigur nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen, eftir aðalfundin hjá Bakkafrost herfyri.
Rúni M. Hansen sigur eisini, at laksaprísurin var sera høgur seinasta ár, fyrst og fremst vegna lægri útboð úr Kili, men tað er torført at meta um hvussu prísurin fer at verða framyvir.
- Vit mugu bara fokusera uppá at reka okkara felag so skilgott sum gjørligt og at góðska okkara egna vøru so væl sum gjørligt. Tá skapa vit okkara egna fyrimun framum okkara kappingarneytar, sigur Rúni M. Hansen í samrøðu, ið hann gjørdi við Rás2.