Ljóðbrot: Andstøðan fær einki at vita frá samgonguni

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum um nýskipaninar, sum standa fyri framman

Trý politisk stórmál standa fyri framman: fiskivinnunýskipan, stjórnarskipanin og pensjónsnýskipanin. Tosað hevur verið nógv um breiðar semjur og um at fáa fleiri flokkar við í semjuna. Fyri at nýskipaninar skulu verða varandi, er lítið at ivast í, at tað er tann gongda leiðin.

 

Tað er tó lítið, ið bendir á, at Sambandsflokkurin er samstarvsflokkur hjá samgonguni, tí formaður floksins, Bárður S. Nielsen, sigur, at tað verður torført at semjast um ein stjórnarskipan, ið er eitt skjal uppá loysingina, umframt at pensjónsnýskipanin verður torfør at taka undir við, í andstøðan veit einki um ætlaninar hjá samgonguni.

 

- Tað síðsta eg veit frá pensjónsmálinum er, at tey hava drigið nakrar linjur upp. Tað einasta vit í Sambandsflokkinum hava sagt er, at vit vilja hava grundarupphæddin upp aftur og restina kunnu vit tosa um. Tað kann so ikki hava ávirka samgongunga nakað, tí ólavsøkurøðan sigur einki um tað, annað enn at pensjónsnýskipanin skal verða liðug í heyst, sigur Bárður S. Nielsen.

 

Bárður S. Nielsen sigur, at øll stórmálini hjá samgonguni hava nú tikið tvey ár, uttan at verða komin nakran veg. Tí sær hann ikki fyri sær, at hesi málini fara at loysast nú, tá tey hava verið ávegis í tvey ár, men ikki eru loyst enn.