Ljóðbrekið gav enn fleiri hyggjarar

Alt spældi væl av, hóast landsinnsavningin hjá Reyða krossi varð avbrotin vegna ljóðtrupulleikar

Undir landsinnsavningini hjá Reyða Krossi í gjár, ið varð varpað út beinleiðis í sjónvarpinum, hendi tað óhepna, at sendingin mátti brótast av, tí at ljóðið var ikki í ordan.

Hóast alt fekst í rætt lag, og sendingin helt fram eina løtu seinni, harmast Kringvarpið um trupulleikan, og Kári Sólstein, programleiðari, hevur biðið bæði hyggjarar og Reyða Kross um umbering.

Talan var um ein tekniskan trupulleika, sum tók seg upp, hóast tað tekniska var gjølla royndarkoyrt, sigur Kári Sólstein, og framleiðararnir gjørdu tað rætta í at bróta sendingina av, soleiðis at ljóðið kundi fáast í rætt lag aftur.

Tað var framleiðslufyritøkan Raclip, ið stóð fyri framleiðsluni, men Kári Sólstein sigur, at Kringvarpið tekur ábyrgdina fyri ljóðtrupulleikarnar.

– Tað er sum so líkamikið, hvør eigur trupulleikan, tí tað eru vit, sum standa fyri at senda tað út, og vit hava ábyrgdina fyri tí. So tað eru vit, sum taka ábyrgdina, sigur Kári Sólstein.

Orsøkin til at Raclip stóð fyri framleiðsluni er tann, at Kringvarpið hevur nógvar framleiðslur um hendi í løtuni, og tí varð neyðugt at lata framleiðsluna upp í hendurnar hjá onkrum øðrum.

– Vit høvdu simpulthen ikki orku til at framleiða hatta tiltakið. Vit hava øgiliga góðar royndir við Raclip, sum eru millum teir fáu, ið kunnu framleiða eina framleiðslu á hasari støddini. So tá Reyði Krossur vendi sær til okkara, valdu vit, at teir [Raclip, red.] stóðu fyri tekniska partinum, og vit hjálptu teimum við innihaldspartinum, sigur Kári Sólstein.

Hóast steðgin í sendingini spældi alt kortini væl av, og tá avtornaði, vóru komnar inn 3.333.090 krónur, og at síggja til ávirkaði steðgurin ikki sendingina á neiligan hátt.

– Tað gjørdi tað, at tað komu fleiri hyggjarar, sigur Kári Sólstein, programleiðari í Kringvarpinum.