Um sjúkrahúsini skulu leggjast saman ell ei, er ikki eitt evni, sum upptekur Sonju Jógvansdóttir nógv.
Men hon heldur kortini, at uppskotið um felags leiðslu ljóðar skilagott.
Tað krevur tó sterkt samskipandi lið millum súkrahúsini.
- Tað ræður um at brúka allar møguleikar til fulnar, og at vit fáa sum mest fyri hvørja krónu, sum brúkt verður, sigur Sonja Jógvansdóttir.