Vigdis Johannesen, forkvinna i Havnar Arbeiðskvinnufelag heldur tað vera løgið, at ALS-stjórin skal hava 14 mánaðarlønir, tá ið hann hevur sagt upp sjálvur.
- Sjálvandi skal maðurin hava tað, sum hann hevur rætt til, men hví skal hann hava so nógv? Eg vænti, at stýrið kemur at geva baklandinum, fakfeløgunum eina frágreiðing, sigur Vigdis Johannesen.
Hon heldur tað vera løgið, at sama stýri, sum hevur sett útgjaldið niður og inngjaldið til ALS, tí ráð ikki vóru til nakað, skal gera eina slíka fráfaringaravtalu.