- Okkara uppgáva er at vekta og viga hvussu harliga vit átala nøkur viðurskiftir, men sum heild verður frágreiðingin hjá landsgrannskoðanini fylgd.
Tað sigur formaðurin í løgtingsgrannskoðanini, Jónleif Johannesen, nú landsgrannskoðanin hevur latið sína árligu frágreiðing inn.
- Landsgrannskoðanin velur sær nøkur økir, ið tey kanna neyvari enn onnur økir. Tað hava tey eisini gjørt hesuferð, sigur Jónleif Johannesen.
Løgtingsgrannskoðanin fer nú at gjøgnumganga frágreiðingina og skal verða liðug í oktober.