Lizzie við fyrsta almenna sjónbandalagnum

Hálv-føroyska sangarinnan Lizzie ger sera nógv um seg í tónleikaheiminum í løtuni. Beint nú er hon aktuell við einum nýggjum sjónbandalagi. Lizzie hevur nevniliga júst gjørt eitt sjónbandalag til sangin ?Dans Med Mig?, ið er á hennara nýggju stakfløgu. Hetta er sostatt hennara fyrsta almenna sjónbandalag.

 

Lagið kann longu nú síggjast á youtube.com