Føroyska songkvinnan Lizzie letur seg úr ? bæði so og so ? í næstu útgávuni av mannfólkablaðnum FHM Í blaðnum For Him Magazine verður hon nevniliga bæði at síggja nakin og greiðir samstundis frá sínari støðu sum biseksuel.
At hon velur at gera hetta, kemur tó ikki óvart á nakran, tí hon bleiv skjótt kend sum ein vill genta. Hon er í fleiri donskum bløðum vorðin kallað ein ballingardrotning, men sambært henni sjálvari er hon vorðin nógv hampiligari, síðan hon bleiv kend.
- Eg var nógv villari, áðrenn eg bleiv kend, sigur Lizzie við heimasíðuna hjá Ekstrablaðnum.
Í samrøðuni við FHM greiðir hon eisini frá, at hon er eitt sindur meira til menn enn til kvinnur, men at tað fyrst og fremst veldst um persónin.
Í løtuni arbeiðir Lizzie við einari nýggjari fløgu, tí hon bleiv ikki rík av sínum eina kenda lagi.