Lívstíðardóm fyri skot í rættinum

67-ára gamli maðurin, sum skeyt ein sakførara og svigarson sín, varð dømdur fongsulsrevsing í lívstíð.

Tað var í heyst, at eldri maðurin fór inn í rættin í fútarættin og skeyt ein sakførara og svigarson sín. Sakførarin doyði av løstunum, men svigarsonurin yvirlivdi. Maðurin er tí dømdur fyri dráp og drápsroynd.

 

Maðurin møtti í rættinum vegna dóttur sína, tá rætturin skuldi viðgera eitt mál um foreldrarætt yvir abbadóttrini.

 

Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann sá ongan annan útveg at hjálpa abbadóttrini enn at skjóta pápan. Hann hevði kvøldið framman undan hann møtti í rættinum, saga eina byrsu av og hevði hana við sær inn í rættarhølið.

 

Hann skeyt tvey skot eftir sakføraranum, sum doyði á staðnum. Síðani skeyt hann tvey skot eftir svigarsoninum og ætlaði at nýta tey bæði seinastu skotini til sín sjálvs. Svigarsonurin doyr tó ikki av løstunum og rennur undan, so maðurin rennur aftan á út í gongina. Har skýtur hann aftur eftir honum, og tískil vóru ongi skot eftir til at gera av við seg sjálvan, segði maðurin.