Lívligur listamaður við nýggjari list

 - Kennir tú fólkini, sum eru so rólig, at tú blívur óróligur av teimum?

Amariel Norðoy stendur í Galerie Focus og prátar. Ikki bert bert um nýggju framsýningina, hann letur upp har ólavsøkuaftan, men um alt annað eisini - og samstundis.

Og hann kann so í øllum førum ikki leggjast undir at verða óróliga róligur.

- Læknin hjá mær seg við meg, at eg eri nógv verri enn damp, sigur hann við einum skálkabrosi.

Klaksvíkingurin í Havn er millum teir heilt virknu listarmenninar í landinum. Hann hevur regluliga framsýningar heima og burturi, og hann brúkar nógva tíð til at skapa nýggj verk.

Myndaevnið er framvegis í stóran mun pollurin í Klaksvík, Kunoyarnes, fólk og deksbáturin Norðan, men hann hevur eisini brúkt Havnina í onkrum nýggjum málningum. Amariel er eisini javnan uttanlands og málar, og har fær hann eisini íblástur til málningarnar.

Sunnudagin kl. 15.00 letur nýggj framsýningin hjá Amariel upp í Galerie Focus í Lambagerði í Havn, og framsýningin er opin til 30. juli.