Lívligt orðaskifti á evnisdegnum

Framløgan av búskaparfrágreiðingini hevur skapt lívligt orðaskifti.

Framløgan av búskaparfrágreiðingini hevur skapt lívligt orðaskifti.

 

Eftir at vinnan, umframt Marner Mortensen frá Norðoya Sparikassa og Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, hava havt framløgur fyrrapartin, verður frágreiðingin hjá Búskaparráðnum gjøgnumgingin nú seinnapartin.

 

Sverri Hansen, formaður í Buskaparráðnum, legði upp til, at luttakararnir løgdu seg út í kjakið so hvørt, sum frágreiðingin varð løgd fram. Og tað gav eitt lívligt orðaskifti.

 

Ikki so nógv, at fólk kjakaðust móti hvørjum øðrum, men heldur, at fólk høvdu viðmerkingar til ávísu punktini.

 

Fleiri av punktunum vórðu útdýpað væl og virðiliga, meðan tað var farið meira lætt um onnur punkt.

 

Sverri Hansen var væl nøgdur við gjøgnumgongdina av frágreiðingini, har eisini politiskar viðmerkingar áttu sín lut í kjakinum