Livistøðið fellur um føroyingar taka fullveldi

Veljarakanningin vísir, at 70 prosent av teimum spurdu vænta, at livistøðið fellur, um so er, at føroyingar taka fullveldið, men tað er samstundis merkisvert at leggja til merkis, at næstan 40 prosent av veljarafjøldini vil lata tað ganga út yvir sín pengapung

Veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Sjónvarpið vísir greitt, at føroyingar eru fullvísir í, at vælferðin verður fyri bakkasti um so er, at føroyingar taka fullveldi frá Danmark.

Hetta vísir, at fólk eru greið yvir hvat tað merkir um ein milliard verður tikin burtur úr føroyska búskapinum.

Spurningurin um hvussu tað fer at ávirka vælferðarstøðið ber illa til at úttala seg um, tí tað mikla hugtakið, sum eitur skiftistíðin, kemur at hava ein avgerandi leiklut í hesum.

At umleið 70 prosent av føroyingum rokna við, at vælferðin lækkar, merkir, at andstøðan hevur havt hepni við at greiða almenninginum frá sínum sjónarmiðjum í hesum máli.


Stóru partur vil gjalda

Í veljarakanningini var eisini spurt um veljarin er hugaður at lata tað ganga út yvir sítt egna vælferðarstøði.

Her er greiður meiriluti ímóti. Umleið 53 prosent av veljarunum siga, at tey ikki vilja lata tað ganga út yvir teirra egnu vælferð, fyri at landið kann fáa fullveldi, men meira merkisvert er tað, at umleið fjøruti prosent av veljarafjølini sigur, at tey fegin vilja lata tað ganga út yvir teirra vælferð at Føroyar gerst eitt sjálvstøðugt ríki.

Tað kann í stuttum sigast, at eygleiðarar og politikarar halda talið 40 prosent vera rættuliga høgt.

? Tað er nógv, tá hugsað verður um, at vit ikki rættiliga vit, hvussu nógv vælferðin lækkar, sigur John Mortensen frá Fynd.

Jóannes Eidesgaard sigur aðrastaðni í blaðnum, at eisini hann heldur hetta talið verða høgt, og at hann hevur virðing fyri teimum, sum taka undir við fullveldismálinum og sum samstundis sjálvi vilja gjalda tað sum tað kostar fyri at fáa fullveldi.

Svarini, sum tey standa nú, geva ábendingar um, at tað eru heldur fleiri, sum nú vilja gjalda fyri fullveldi enn tað vóru áðrenn, men orsøkin er kanska tann, at tað nú er lættari at taka støðu til fullveldismálið.