Føroysk alivinna fekk ein hvøkk og eina ávaring i februar mánaði, tá ið ILA virus var funnið í alibrúki hjá Bakkafrost á Selatrað. Tiltøk vórðu beinanvegin sett í verk og fiskurin varð tikin.
- Hóast umfatandi kanningar vórðu gjørdar, varð ILA virus ikki funnið á nøkrum øðrum alibrúki, sigur Bakkafrost í seinastu fráboðan sínari í samband við ársroknskapin fyri fyrsta ársfjórðing.
Heldur ikki er nakað merkt til amøbuna, sum kann elva til toknusjúkuna AGD. Tað var á aliøkinum í Fuglafirði, at kanningar seinasta heyst vístu, at amøban finnst í Føroyum.










