Liverpool vil hava Klose

Í Liverpool vil Rafael Benitez fegin hava ein vandamiklan áleypara at spæla saman við Fernando Torres, og nú sigst, at felagið vil keypa 31 ára gamla Miroslav Klose, sum nú spælir við Bayern München. Liverpool hevur sambært enskum miðlum boðið týska stórfelagnum £13 milliónir fyri spælaran, men Inter sigst eisini vera til reiðar at rinda í minsta lagi líka nógv.