Tað sigur fyrrverandi Liverpool framherjin, Fernando Torres, undan dystinum í kvøld móti Tottenham. Grannauppgerðin millum Chelsea og Tottenham er seinasti dysturin fyri jól í Premier League.
Fernando Torres hevur ikki funnið seg til rættis í Chelsea síðani hann fyri einum lítlum árið síðan skifti frá Liverpool fyri eina lítla hálva milliard. Skiftið skapti øði millum Liverpool viðhaldsfólk, sum mettu at spanski framherjin sveik tey.
- Liverpool viðhaldsfólk kenna ikki sannleikan um hví eg skiftið til Chelsea. Viðhaldsfólkini kenna ikki eingongd helmingin av tí, sum fór fram, sigur 27-ára gamli Fernando Torres í samrøðu við spanskt sjónvarp.
Liverpool keypti Fernando Torres í 2007 stutt eftir at felagið hevði verið í Champions League finaluni sama summarið. Árið eftir kom fíggjarkreppan, sum rakti táverandi eigarnar hjá Liverpool hart og felagið megnaði ikki at fylgja við hinum oddaliðnum.
- Eigarnir góvu mær fleiri lyftir, men megnaðu ikki at halda tey og tá skilti eg, at eg hevði ikki tíð at bíða eftir einum átakið, sum fór at taka fleiri ár, sigur Fernando Torres víðari.
Liverpool skifti eigarar stutt áðrenn Fernando Torres fór úr felagnum, men gjørdu greitt at teir kundu føra Liverpool fram við somu ferð sum eitt nú Sheik Mansour hevur gjørt við Manchester City.
- Eg havi einki ímóti Liverpool viðhaldsfólkunum og eg ætlaði ongantíð at fara úr felagnum sum eg gjørdi, men felagið leyg fyri mær. Eg bleiv svikin og skilji ikki hví Liverpool viðhaldsfólk hata meg, sigur Fernando Torres víðari.
Fernando Torres og Chelsea bresta í kvøld saman við Tottenham á White Hard Lane. Vinnur Chelsea dystin, so yvirhála teir Tottenham á triðja plássi, men Tottenham hevur spælt ein dyst færri. Dysturin byrjar klokkan 20:00.