Nevningatingið í málinum um Hillsborough vanlukkuna, tá 96 viðhaldsfólk hjá Liverpool í 1989 doyðu, hevur í dag staðfest, at tað ikki vóru viðhaldsfólkini, ið høvdu skyldina av vanlukkuni, men heldur løgreglan og mynduleikarnir á Hillsborough leikvøllinum.
Tað er 27 ár síðani, at 96 Liverpool viðhaldsfólk blivu kroyst til deyðis, meðan 766 fingu skaða, tá Liverpool spæli hálvfinalu í FA Cup á Hillsborough leikvøllinum, sum er heimavøllurin hjá Sheffield Wednesday.
Síðani hendingina hevur Liverpool sum felag og býur arbeitt móti ákærunum um, at tað vóru Liverpool viðhaldsfólkini sjálvi, ið høvdu skyldina av vanlukkuni. Nú er staðfest, at tað ikki vóru viðhaldsfólkin hjá Liverpool, ið høvdu skyldina.