Liverpool við góðum útgangsstøði

Nógvir dystir hava verið í Europa League í kvøld. Á Anfield tók Liverpool ímóti turkiska Trabzonspor. Liverpool legði seg á odda stutt fyri hálvleik við máli av Ryan Babel. Tað var summar keypið, Joe Cole, ið legði upp til málið. Hann brendi í seinna hálvleiki brotsspark, ið var gjørt ímóti Lucas Leiva.

 

Hini bæði ensku liðið í kappingini, Aston Villa og Manchester City, vóru á útivølli. Mario Balotelli, sum skifti til Manchester City í vikuni, skoraði einsamalla málið í dystinum ímóti Timisoara úr Romenia. Aston Villa var á vitjan hjá Rapid Wien, har teir fingu ein 1-1 javnleik. Barry Bannan legði Aston Villa á odda, meðan Atdhe Nihiu javnaði fyri Rapid Wien.

 

Bæði OB og Brøndby fingu sigrar. OB vann á heimavølli 2-1 á skotska Motherwell, meðan Brøndby heldur óvæntað vann 2-0 á Sporting Lissabon úr Portugal. OB var á odda 2-0 líka til 93 minuttir vóru leiktir, men Motherwell minkaði um munin í evstu løtu.

 

Juventus vann í evstu løtu ímóti Sturm Graz í Eysturríki. Tað var ikki fyrr enn í 91. minutti, at Amauri skoraði avgerandi málið fyri Juventus.

 

Nøkur Europa League úrslit:

 

Sporting ? Brøndby 0-2

Sturm ? Juventus 1-2

OB ? Motherwell 2-1

Timisoara ? Man City 0-1

Liverpool ? Trabzonspor 1-0

Rapid Wien ? Aston Villa 1-1

AIK ? Levski 0-0

Celtic ? Utrecht 2-0

Napoli ? Elfsborg 1-0