Liverpool við í Champions League

Nú er greitt, at Champions League vinnararnir úr Liverpool sleppa at verja heitið.

Aðalstjórnin í UEFA viðgjørdi á fundi fríggjamorgunin, um Liverpool skuldi sleppa at verja Champions League-heitið. Liverpool gjørdist einans nummar fimm í Onglandi og fekk tí bert pláss í UEFA-Cup, men nú avgjørdi aðalstjórnin, at Liverpool skal verða við í Champions League kappingini, sum skjótt fer av bakkastokki.
Liverpool verður við í fyrsta innleiðandi umfarinum, og tað merkir, at føroyameistararnir úr HB hava møguleika at hitta enska stórfelagið.