Liverpool venjarin fingið sekkin

Ístaðin er gamla Liverpool hetjan, Kenny Dalglish, settur í venjarastarvið og tað verður hann, sum stendur á odda fyri liðnum, sum dystast ímóti Manchester United í morgin.

Hann er settur fyri tað, ið eftir er av kappingini í vónini um at bjarga felagnum undan eini vanlukku.

Hetta hevur verið væntandi í eina tíð, tí tað hevur gingið av skriðuni hjá Liverpool.

Liðið er á 12. plássi í ensku kappingini og teir hava tapt heilar 9 dystir av teimum 20, teir hava spælt og teir hava bara vunnið 7 dystir og spælt fimm javnar. Tað gevur teimum bara 25 stig fyri 20 dystir.