Liverpool vendi í seinna hálvleiki

Liverpool og Chelsea vunnu í dag týðandi sigrar, meðan restina av dystunum endaðu við javnleikum í Premier League

Nakrir dystir hava verið spældir í Premier League í dag. Longu klokkan 12:45 var fyrsti dysturin spældur, tá kreppurakta Swansea á heimavølli tók ímóti vælkoyrandi Liverpool.

 

Og heldur óvæntað var tað Swansea, ið fekk tí betru byrjanina í tí dystinum. Longu tá átta minuttir av dystinum vóru leiktir, legði Leroy Fer Swansea á odda 1-0 eftir hornaspark. Støðan helt sær til hálvleiks, har Liverpool í seinna hálvleiki legði eitt nógv størri trýst á Swansea enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki. Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað eisini Roberto Firmino at javna, og stutt fyri leiklok skoraði James Milner sigursmálið fyri Liverpool, tá hann umsetti brotsspark til mál.

 

Seinni í dag vóru so aðrir dystir spældir. Eftir nakrar heldur keðiligar dystir, eydnaðist tað Chelsea í dag at venda heldur keðiligu gongdini seinastu tíðina, tá teir vunnu 2-0 á útivølli móti Hull. Fyri Chelsea skutu Willian og Diego Costa sigursmálini.

 

Merkisvert við hinum trimum dystunum, ið vóru leiktir í dag var, at allir endaðu við javnleiki. Sunderland og West Bromwich spældu 1-1 á Stadium of Light, Watford og Bournemouth 2-2 á Vicarage Road, meðan West Ham og Middlesbrough spældu 1-1 javnleik á olympiska leikvøllinum í London.

 

Eftir dagsins úrslit hevur Liverpool sostatt gjørt eitt hál inná Manchester City á fyrsta plássinum, og liggja teir í løtuni á einum øðrum plássi í Premier League.

 

Í morgin vera eisini fleiri dystir spældir í Premier League, har fleiri av liðunum í ovaru hálvu av deildini skulu í dyst.

 

 

Dagsins úrslit:

 

Swansea – Liverpool 1-2 (1-0)

Hull – Chelsea 2-0 (0-0)

Sunderland – West Bromwich 1-1 (0-1)

Watford – Bournemouth 2-2 (0-1)

West Ham – Middlesbrough 1-1 (0-0)