Tað er milliarderurin Kenny Huang, ið sigst standa á odda fyri keypinum. Liverpool hevur eina skuld uppá yvir tvær milliardir til Royal Bank og Scotland. Tað er hesa skuldina, sum Kenny Huang hevur hug at strika fyri Liverpool, fyri síðani at kunna nærmast trýsta Tom Hicks og Geroge Gillett til at selja sín part í Liverpool.
Í 2007 keyptu George Gillett og Tom Hicks Liverpool og tað var vorið sum valagn teir komu við. Teir skuldu keypa inn nógvar nýggjar leikarar og ikki minst skuldi Liverpool byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi leikvøll. Hetta skuldi alt fíggjast við pengum hjá Geroge og Tom.
Sum so mangan, so stóðu veljarnir, ella í hesum førinum viðhaldsfólkini, spyrjandi eftir. Onkur hissini leikari kom til felagið, spakin er ikki so mikið so settur í til leikvøllin enn og Liverool varð sett í risa skuld.
Nú er so líkt til at óynsktu og illa dámdu eigarnir, eru um at verða søga í Liverpool. Sambært keldum hjá Dailymail, so er keypið bara nakrar fáa dagar frá at gerast veruleiki. Hetta so, at tað er møguligt at keypa styrk áðrenn flytingarvindeyga smekkar í 31. august.










