- Liverpool var ein feilur

Soleiðis sigur serbiski landsliðsleikarin, Milan Jovanovic, um skiftið til Liverpool. Her minnast vit hann fyri at brúka hondina. Hann var settur í samband við Liverpool í eitt longri tíðarskeið í fjør og í summar gjørdist skifti til Liverpool veruleiki. 30-ára gamli serbin spældi í Standard Liege í Belgia tá sáttmálin gekk út í summar.

 

- Tað vóru eini fimtan feløg, ið lógu framvið, men eg valdi Liverpool og tað var ein feilur, sigur Milan Jovanovic sambært Dailymail.

 

Stutt eftir skiftið til Liverpool, spældi serbiska landsliðið móti Føroyum á Tórsvølli. Mest umtalaða hendingin í dystinum var, tá Milan Jovanovic nýtti hondina til hjálpa, fyri at spæla viðleikara leysan, sum skoraði. Hóast føroysku landsliðsleikarnir royndu at mótmæla, so lat dómarin ikki við seg koma.

 

- Liverpool er eitt felag tú ikki kanst siga nei til, men tað er harmuligt at venjarin, ið keypti meg, ikki er her longur. Hevði Rafael Benitez verið venjari, so hevði mín støða verið øðrvísi, sigur Milan Jovanovic víðari.

 

Milan Jovanovic hevur bara verið á vøllinum tvær ferðir síðani Kenny Dalglish tók yvir sum venjari í Liverpool um ársskiftið.