"Fergie Time" var tað nevnt, tá Sir Alex Ferguson var høvuðsvenjari hjá Manchester United. Sipað var til sigrarnar United fekk í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Men sannleikin er, at Manchester United liggur bara á einum deildum fimta plássið saman við Tottenham á listanum yvir lið í Premier League, sum hevur vunnið flest sigrar í tíðini dómarin hevur lagt aftrat í einum Premier League dysti.
Síðani Premier League byrjaði í 1992 hevur Liverpool vunnið dystir í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat, heilar 29 ferðir. Næstbest er Arsenal við 23 dystum, Chelsea er nummar trý við 20 dystum, og Everton er nummar fýra við 19 dystum. Manchester United og Tottenham deila fimta plássið við 18 dystum, sum tey hava vunnið í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat.
Tað er enska blaðið "Daily Mail", sum hevur talt saman, og hevur prentað yvirlitið.
Ígjár syrgdi Sadio Mané í 94. minutti fyri, at Liverpool vann 1-0 á Everton á Goodison Park. Enn eitur tað ikki "Klopp-time", men tað byrjar at blíva rættiliga upplagt.










