Við einari 2-0-leiðslu frá fyrra dystinum í viðførinum, hevði Liverpool fyrimunin, tá ið teir í kvøld vitjaðu Inter á San Siro.
Bæði liðini skuldu royna at stríða seg víðari til kvartfinaluna í Champions League, og sum væntað var, legði Inter út við álopsfótbólti, og hetta skapti til tíðir ótryggleika í Liverpool-verjuni. Heimaliðið hevði nakrar stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men dugdi ikki nóg væl at gagnnýta teir. Liverpool dúvaði mest uppá mótálop, og vóru teir rárur gestur í Inter-brotsteiginum.
Fýra minuttir inn í seinna hálvleik kom mest umtalaða hending í dystinum. Inter-verjuleikarin, Nicolas Burdisso, fekk sítt seinna gula kort, eftir at hann og Lucas høvdu verið í nærdysti. Hvussu Burdisso og viðleikarar hansara so bønaðu og bóðu norska dómaran, Tom Henning Øvrebø, nyttaði einki, og hann varð sendur av vøllinum.
Eftir hetta gjørdist longri millum Inter-leikararnar, og Liverpool setti seg við róðrið. Í 64. minutti vísti Fernando Torres, hvussu vandamikil áleypari hann er, tá ið hann sendi bóltin í netið eftir eina góða bólttemjing. Eftir hetta fall leikferðin nógv, og hóast Inter hevði nakrar møguleikar at pynta, gjørdist endaliga úrslitið 1-0, og Liverpool er víðari til kvartfinalurnar við 3-0 sigri samanlagt.
Lutakastið til kvartfinalurnar verður fríggjadagin kl.12. Liðini, ið eru klár til kvartfinalurinar, eru:
Schalke 04, AS Roma, Chelsea, Liverpool, FC Barcelona, Manchester United, Fenerbahçe og Arsenal.