Liverpool var í gjárkvøldið á vitjan á King Power Stadium hjá meistaraliðnum Leicester, sum í kvøld hevði Craig Shakespeare sum fyribilsvenjara eftir at Claudio Ranieri fekk sekkin í síðstu viku.
Leicester byrjaði dystin betur og tóktist at vera vandamikið í hvørjum einasta álopi, men Liverpool reið fyrsta stormin av sær og fekk eisini skapt onkran møguleika í hinum endanum.
Tað var tó Leicester, sum kom á odda um miðan fyrra hálvleik, tá ið ein skeiv Liverpool-sending á miðvøllinum varð revsað alt fyri eitt. Jamie Vardy varð sendur avstað, og hann sveik ikki. 1-0 til Leicester.
Heimaliðið økti um leiðsluna, tá ið Danny Drinkwater seks minuttir fyri hálvleikssteðgin smekkaði ein leysan bólt uttanfyri málteigin í málið til hálvleiksstøðuna 2-0.
Liverpool megnaði í seinna hálvleiki ikki at leggja tað avgerandi trýstið, sum skuldi til, og heldur var tað Jamie Vardy, sum eftir frálíkt uppspæl stútaði Leicester á odda 3-0 eitt korter inn í seinna hálvleik.
Philippe Coutinho pyntaði um úrslitið góðar 20 minuttir fyri leiklok, men tættari enn hetta kom Liverpool ongantíð, sum harvið tapti dystin 3-1.
Liverpool verður eftir tapið í kvøld verandi á fimta plássi við 49 stigum, meðan Leicester við fyrsta Premier League-sigrinum í 2017 fekk lyft seg tvey stig upp um niðurflytingarstrikuna.