Liverpool tapti í gjár fyri triðju ferð í Premier League í hesum kappingarárinum. Liverpool tapti 2-1 móti Arsenal á Emirates. Tað tykist sum Liverpool spælir við timburmonnum, eftir at fyrsta meistaraheitið í 30 ár kom í hús. Liverpool hevur síðani staðfestingina tapt móti Manchester City og Arsenal, og spælt javnleik móti Burnley. Einasti sigurin er komin móti Aston Villa.
Sadio Mané legði annars Liverpool á odda, eftir gott uppspæl í vinstru. Tað stóð tó øllum greitt, at hvørki Liverpool ella Arsenal hava nógv at spæla fyri. Bæði liðini spældu í eini lægri leikferð enn vanlig og serliga Liverpool gjørdi tvey risa mistøk í verjustøðu.
Fyrst misti Virgil van Dijk bóltin alt ov lætt og Alexandre Lacazette takkaði fyri og javnaði. Løtu seinnu var tað annars væl lýddi málverjin hjá Liverpool, Alisson Becker, sum tveitti bóltin beint út til ein mótstøðuspælara. Hesa ferð takkaði Reiss Nelson og skoraði.
Ólíkt Arsenal, so stóðu teir nógv í verjustøðu og tað riggaði væl. Liverpool hevði yvir tjúgu skot, men sjáldan skuldi málverjin til arbeiðis. Eftir dystin helt venjarin hjá Liverpool fyri, at hann ikki kundi lasta sínum spælarum fyri avrikið, og spurdi um fólk vóru bilsin av, at Alisson Becker og Virgil van Dijk eru menniskjaligir og kunnu gera mistøk.
Venjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta, helt hinvegin fyri at hansara lið má gera íløgur í góðar spælarar, um liðið skal hava nakran kjans at kappast við tey bestu í Premier League. Arsenal er 40 stig aftanfyri Liverpool.
1 | Liverpool | 36 | 30 | 3 | 3 | 77:29 | 93 |
2 | Man City | 36 | 24 | 3 | 9 | 93:35 | 75 |
3 | Chelsea | 36 | 19 | 6 | 11 | 64:49 | 63 |
4 | Leicester | 35 | 17 | 8 | 10 | 65:36 | 59 |
5 | Man United | 35 | 16 | 11 | 8 | 61:35 | 59 |
6 | Wolves | 36 | 14 | 14 | 8 | 49:38 | 56 |
7 | Tottenham | 36 | 15 | 10 | 11 | 57:46 | 55 |
8 | Sheffield United | 35 | 14 | 12 | 9 | 38:33 | 54 |
9 | Arsenal | 36 | 13 | 14 | 9 | 53:45 | 53 |
10 | Burnley | 36 | 14 | 9 | 13 | 40:48 | 51 |
11 | Everton | 35 | 12 | 9 | 14 | 41:52 | 45 |
12 | Southampton | 35 | 13 | 6 | 16 | 45:58 | 45 |
13 | Newcastle | 36 | 11 | 10 | 15 | 37:55 | 43 |
14 | Crystal Palace | 35 | 11 | 9 | 15 | 30:45 | 42 |
15 | Brighton | 35 | 8 | 12 | 15 | 36:52 | 36 |
16 | West Ham | 35 | 9 | 7 | 19 | 44:59 | 34 |
17 | Watford | 35 | 8 | 10 | 17 | 33:54 | 34 |
18 | Bournemouth | 36 | 8 | 7 | 21 | 37:62 | 31 |
19 | Aston Villa | 35 | 8 | 6 | 21 | 38:65 | 30 |
20 | Norwich | 36 | 5 | 6 | 25 | 26:68 | 21 |