Liverpool spæla í Fraklandi í kvøld

Tað kom illa við hjá Liverpool, tá teir mánakvøldið taptu fyri Wigan í Premier League. Í kvøld fáa teir møguleikan at vaska tapið av sær, tá teir eru gestir hjá Lille. Rafael Benitez, ið var í øðini eftir dystin mánakvøldið, er uttan vinstra bakkin Fabio Aurelio, meðan Yossi Benayoun er ivasamur.

 

Juventus er uttan Gianluigi Buffon, Giorgio Chiellini og Amauri, ið allir eru skaddir, tá teir í kvøld fáa vitjan av London liðnum Fulham. Fulham vann eitt sindur óvanta á Shakhtar Donetsk í seinasta umfarið. Venjari hjá Juventus, Alberto Zaccheroni, hevur ávarað sínar spælarar um, at teir ikki skulu undirmeta Fulham. Juventus eru eisini uttan miðvallarin, Felipe Melo, ið er leikbannaður. Fulham hevur tríggjar skaðar at stríðast við, Andrew Johnson, Clint Dempsey og John Pantsil.

 

Dystirnir í Europa League í kvøld:

 

Kl 18:00:

Hamburg SV - Anderlecht

FK Rubin Kazan - VfL Wolfsburg

Atlético Madrid - Sporting Lisbon

Lille - Liverpool

 

Kl 20:05

Benfica - Marseille

Panathinaikos - Standard Liege

Juventus - Fulham

Valencia - Werder Bremen