Eftir næsta Premier League tapið á rað eru bronsuheiðursmerkini gliðin úr hondunum hjá Liverpool. Á pappírinum var tað bara ein avgreiðsluspurningur, tá Liverpool vitjaði á Craven Cottage hjá Fulham. Liverpool hevði fleiri málmøguleikar, men einasta málið í dystinum fekk Fulham. Hesum málinum syrgdi Clint Dempsey fyri 20 minuttir fyri leiklok. Hetta var ein týdningarmikil hjá Fulham, sum nú hevur bart seg undan niðurflytingini. Hinvegin er Liverpool nú ájavnt Arsenal á triðja plássinum.