Manchester City líkist longu einum liðið, sum kann endurvinna Premier League. Í fyrsta umfari vunnu teir greitt 2-0 á Newcastle á útivølli. Í kvøld vunnu teir 3-1 á Liverpool, sum hevði sínar møguleikar, men sum heild var Manchester City væl omaná.
Liverpool mundi hava fleiri møguleikarnar at byrja við, men sum tíðin gekk, so vísti Manchester City skjótt og gott fótbóltsspæl. Stutt fyri hálvleik kundi Steven Jovetic leggja heimaliðið á odda, tá Liverpool verjan ikki fekk ruddað vekk.
Seinni hálvleikur var bara tíggju minuttir gamal, tá Manchester City aftur broderaði seg ígjøgnum verjuna hjá Liverpool. Aftur stóð Steven Jovetic á rætta stað og skoraði. Liverpool royndi at svara aftur og kom til fleiri møguleikar, men liðið manglaði neyvleikan.
Tjúgu minuttir fyri tíð skifti Manchester City Sergio Aguero inn. 23 sekund seinni økti hann til 3-0 við góðum máli, har somuleiðis innskifti Jesus Navas spældi hann leysan. Liverpool minkaði um munin við málið, sum Rickie Lambert helst kundi hugsa sær, men bleiv til sjálvmál.
Liverpool og Rickie Lambert fingu ein gyltan møguleikan at fáa spenning í dystin, tá Rickie Lambert brádliga stóð leysur, men sigandi fyri Liverpool í kvøld, so tók hann ikki av. Hann spældi upp á tvørs, har verjan ruddaði.
Manchester City hevur við sigrinum í kvøld prógvað, at teir eru til reiðar at stríðast í oddinum í Premier League. Teir hava saman við Chelsea, Tottenham og Swansea fult stigatal.
Manchester City – Liverpool 3-1 (1-0)
1-0 Steven Jovetic, 41
2-0 Steven Jovetic, 55
3-0 Sergio Aguero, 69
3-1 Pablo Zabaleta, 83 sjálvmál