Liverpool skal til Týsklands

og FCK kundi valla fingið lættari mótstøðu.

Donsku meistararnir í FCK munnu hava góðar vónir at vinna sær pláss í bólkaspælinum. Teir skulu til Aserbadjan at spæla móti Qarabag.

 

Enska stórfelagið Liverpool fær væntandi eina torførari uppgávu, tá teir skulu til Týsklands at spæla móti Hoffenheim.

 

Fyrri dysturin verður spældur 15. ella 16. august, meðan seinni verður spældur vikuna eftir.  Vinnarin vinnur sær pláss í bólkaspælinum í Champions League, meðan taparin fer í bólkaspælið í Europa League.

 

Lutakastið sær soleiðis út:

Qarabag FK – FCK

Apoel – Slavia Praha

Olympiakos – Rijeka

Celtic – Astana

Hapoel Beer-Sheva – Maribor

Istanbul BB – Sevilla

Young Boys – CSKA Moskva

Napoli – Nice

Hoffenheim – Liverpool

Sporting – Steaua Bukarest