Liverpool skal hava styrk

Tað váttar Liverpool venjarin Brendan Rodgers og sambært bretskum miðlum er talan um risa styrk.

Liverpool seldi í seinastu viku størstu stjørnuna í felagnum, Luis Suarez til spanska stórfelagið FC Barcelona.

 

Og nú ljóðar at Liverpool skal hava styrk. Brendan Rodgers, venjari hjá Liverpool sigur, at felagið ikki fer at keypa beinleiðis avloysara fyri Suarez, men at felagið heldur fer at keypa fleiri leikarar fyri at fylla tómrúmið eftir uruguaynsku stjørnuni.

 

Enska blaðið Daily star skrivaði í dag, at Liverpool hevur ætlanir um at heinta tríggjar nýggjar leikarar til felagið og talan er um stórar stjørnur. Daily star skrivar, at Liverpool hevur ætlanir um at knýta Marco Reus, Arturo Vidal og Paul Pogba afturat hópinum til komandi kappingarár.

 

Liverpool hevur longu keypt fýra nýggjar leikarar til komandi kappingarár. Teir eru Rickie Lambert, Adam Lallana, Emre Can og Lazar Markovic.