Liverpool sendi meistararnar út

Sjálvt um Liverpool tapti seinnu áttandeilsfinaluna í Champions League ímóti Barcelona, so hevur enska felagið allíkavæl tryggjað sær víðari luttøku til næstu rundu

Liverpool hevði eitt sera gott útgansstøði undan seinna dystinum í áttadeilsfinaluni í Champions League, har teir tóku ímóti varandi meistarunum, FC Barcelona, á Anfield Road. Liverpool hevði nevniliga vunnið fyrra dystin á Nou Camp 2-1, og tí skuldi ganga sera væl hjá Barcelona, um teir skuldu tryggja sær víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Liverpool trýsti
Heimaliðið, Liverpool, legði fyri sum eitt satt ódnarveður í seinnu áttandeilsfinaluni í Champions League. Teir løgdu Barcelona undir eitt stórt trýst frá fyrsta bríksli, og her var beinanvegin líkt til, at Barcelona fór at fáa ein harðan dyst.
Var nakar, sum roknaði við, at trýstið hjá Liverpool fór at linka, so fóru tey heilt skeiv. Liverpool helt á at trýsta út á fyrra hálvleik, og tá 25 minuttir vóru spældir av dystinum, hevði Liverpool havt níggju royndir á málið hjá Barcelona, meðan Barcelona ikki hevði havt eina roynd á málið hjá Claudio Reyna í hinum endanum.
Liverpool hevði eisini fleiri sera góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, og tann størsti kom, tá Liverpool fekk ein trídupultan møguleika. Craig Bellamy slapp leysur í høgru síðu, men Valdes bjargaði royndini. Bólturin endaði tó fyri føtrunum á Kuyt, men eisini hesa ferð megnaði Valdes at stórbjarga í Barcelona-málinum. Vandin var tó ikki av á hesum sinni. Enn einaferð endaði bólturin hjá einum Liverpool-spælara, men Puyol bjargaði skallaranum frá Riise á sjálvari málstrikuni, og so var tann vandin av.
Eingin ivi var um, at Liverpool sat á øllum spælinum í fyrra hálvleiki, og m.a. hevði Mohamed Sissoko eitt skot á tvørtræið, men inn vildi bólturin ikki. Hálvleiksstøðan var 0-0, og hetta kundu sponsku gestirnir gleðast yvir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gudjohnsen birti eina vón
Fyrri hálvleikur hevði verið alt annað enn góður hjá katalanska stórfelagnum, og um teir skuldu gera sær nakrar vónir um at koma víðari, so skuldu teir fáa í minsta lagi tvey mál í dystinum, og tí skuldu aðrir bollar í suppuna í seinna hálvleiki.
Sjálvt um Liverpool helst eisini var spælstýrandi fyrstu løtua av seinna hálvleiki, so var Barcelona nógv betri við nú. Teir skaptu onkrar møguleikar, og Ronaldinho var sera tætt við sjey minuttir inn í seinna hálvleik, tá hann hevði eitt skot á tvørtræið. Steven Gerrard hevði eisini ein stóran møguleika at leggja Liverpool á odda, tá hann bleiv rættiliga fríur frammanfyri málið, men hann misnýtti stóra møguleikan.
Í staðin fyri eina leiðslu til Liverpool, so vóru tað gestirnir úr Barcelona, sum skaptu veruligan spenning í dystin móti endanum. Íslendingurin, Eidur Gudjohnsen, bleiv spældur leysar við Liverpool-málverjanum, og hann sveik ikki álitið. Hann rak fram við Reyna og legði bóltin í tað tóma málið, og so var 1-0 til Barcelona, men teir máttu skora enn einaferð, um teir skuldu víðari í kappingini.
Síðstu løtuna av dystinum royndi Barcelona at trýsta, men hetta gav ikki nakað úrslit fyri varandi meistaraliðið. Liverpool helt høvdið kalt síðstu løtuna, og seinasta møguleikan í dystinum fekk Peter Crouch, men í góðari støðu sendi hann bóltin væl upp um málið hjá Barcelona.
Endaliga støðan gjørdist 1-0 til Barcelona, men sjálvt um Barcelona vann dystin, so er tað tó Liverpool, sum er víðari í kappingini uppá flest skotin mál á útivølli. Sostatt er greitt, at Barcelona ikki fer at endurvinna Champions League.