Søgurnar hava annars gingið um, at arabarar fóru at keypa Liverpool Football Club, men nú seinnapartin keyptu teir báðir ríkmenninir, George Gillett Junior og Tom Hicks, felagið fyri 470 milliónir pund, sum svara til 5,17 milliardir krónur.
Sambært Sky Sports býta teir báðir ríkmenninir útreiðslurnar sína millum. Teir rinda smáar tvær milliardir fyri partabrøvini, smáar 900 milliónir fyri skuldina og góðar tvær milliardir til eitt nýtt station.










