Liverpool reistist sum fuglurin Føniks

Tað var kanska ikki vakurt og polerað, men tað var, sum hjá Winston Churchill við ?Blóð, sveitta og tárum?. Væl hjálptir av heimaáskoðarunum eydnaðist tað teimum reyðu úr Liverpool at søkka Inter Milan.

Liverpool byrjaði dystin frískliga, og løgdu trýst á. Aftaná ein hálvan tíma fingu teir ein fyrimun, Marco Matorazzi fekk sítt næsta gula kort, og Inter mátti leika síðsta tíman við 10 monnum. Men tað var ikki fyrr enn ímóti dystarenda, at Liverpool gagnnýtti hetta. Dirk Kuyt skoraði í 83. minutti, eftir eitt skot, sum bleiv avrættað. Eftir 90 minuttir skeyt Steven Gerrard eitt dundurskot, sum fór í stongina og inn, so nú hevur Liverpool ein veruligan fyrimun, áðrenn returin á San Siro. Olympiakos góvu Chelsea ein skarpan gang, men teir bláu úr London fingu úrslitið teir fiskaðu eftir. Olympiakos-Chelsea endaði 0-0. Schalke04 eru góðir á heimavølli. Teir vunnu 1-0 á FC Porto, eftir mál, sum longu var skorað í 4. minutti. Týski landsliðsleikarin Kevin Kuranyi skeyt eitt skot, sum sat úti við stongina. Men tað verður ringt hjá Schalke, tí Porto eru eisini eitt gott heimalið. Einasti dystur, ið minti um eina málveitslu, var á olympiska leikvøllinum í Rom. Real Madrid var á vitjan, og longu í 8. minutti legði Real-legendan Raul teir kongaligu úr Madrid á odda 1-0. Men Roma kom sterkt aftur. Við málum hjá Pizzaro eftir 24. minuttir, og Mancini eftir 58. minutti eydnaðist tað Roma at hála sigurin heim. Útivallarmálið hjá Real kann tó gerast gull vert.