Lutakastið til Champions League hálvfinalurnar hevur verið í dag. Tað lagaði seg soleiðis, at Real Madrid og Bayern München hittast, meðan Liverpool skulu spæla ímóti AS Roma.
Helst munnu flestu Liverpool fjepparar fegnast um lutakastið, men Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, heldur ikki hetta vera besta lutakastið, tí hann hevur verið sera imponeraður av Roma. Í samrøðu á almennu heimasíðuni hjá Liverpool, nevnir hann 3-0 sigurin á Barcelona sum eitt dømi. Hann helt Roma vera uppibornir vinnarar, og sigur at sigurin væl kundi verið størri.
Tað eru Liverpool og Real Madrid ið eru favorittar at koma í finaluna. Tað sigur Oddset ið bjóðar odds á 1.60 fyri at Real Madrid koma í finaluna, og 2.30 at Bayern megna tað. Í hinum dystinum eru oddsini 1.42 at Liverpool koma víðari, og 2.80 at Roma gera tað.
Eisini ber til at tippa um vinnaran av Champions League kappingini. Her er Real Madrid favorittur við oddsum á 2.80. Síðani koma Liverpool við 3.00 og Bayern München við 3.50. Aftast eru Roma við heili 10.00.










