Liverpool og City til reiðar til stórdyst

Bæði liðini vóru aftanfyri í dag, men endaðu við at vinna

Fleiri dystir í 11. umfari í Premier League hava verið í dag. Liverpool er framvegis seks stig frammanfyri Manchester City í oddastríðnum, nú liðini møtas um eina viku.

Liverpool var leingi aftanfyri á útivølli móti Aston Villa, men við málum frá Andy Robertson og Sadio Mané megnaði Liverpool at vinna. Sigursmálið kom ikki fyrr enn næstan fýra minuttir inni í yvirtíðini.

##med2##
Manchester City hevði á heimavølli vitjan av Southampton, sum fyri viku síðan tapti heili 9-0 móti Leicester. Hesa ferð gekk betri og gestirnir komu á odda. Í seinna hálvleiki skoraðu Sergio Aguero og Kyle Walker Manchester City. Sigursmálið kom bara fýra minuttir fyri tíð.

Eftir nakar góðkendar dystir tapti Ole Gunnar Solskjær og Manchester United aftur. Norski áleyparin, Jousha King, skoraði einsamalla málið í dystinum móti Bournemouth.

1Liverpool11101025:931
2Manch.City1181234:1025
3Chelsea1172225:1723
4Leicester1062225:820
5Arsenal1145216:1517
6Sheffield Utd1144312:816
7Bournemouth1144314:1316
8Brighton1143414:1415
9Crystal Palace1043310:1215
10Manch.Utd1134413:1113
11Wolves1127214:1413
12West Ham1134414:1713
13Tottenham1033416:1512
14Burnley1133514:1812
15Newcastle113359:1712
16Aston Villa1132616:1811
17Everton1031610:1610
18Southampton1122710:278
19Norwich1121811:267
20Watford110566:235