Liverpool og Ajax samd um Suarez

Nú er líkt til, at Liverpool fær styrk til álopið. Liverpool hevur leingi verið í samráðingum við Ajax um Luis Suarez, men ikki fyrr enn fyri løtu síðan komu feløgini ásamt um ein prís. Prísurin fyri landsliðsleikaran úr Uruguay er áleið 197milliónir krónur. Nú skulu Liverpool og Luis Suarez líka gerast samd um ein sáttmála, umframt at Luis Suarez skal til eina læknakanning, áðrenn keyptið verður endaliga staðfest.

 

Luis Alberto Suarez byrjaði sín yrkisleið sum fótbóltsspælari í Nacional í Uruguay. Síðani var hann keyptur til Groningen í Holland í 2006. Árið eftir skifti hann til Ajax, har hann hevur skorað 111 mál í 159 dystum.

 

Fyrr í gjørdist greitt, at Chelsea hevur bjóðað upp á Fernando Torres, men tað er óvist um Luis Suarez er keyptur sum avloysari fyri spaniólan. Liverpool hevur alment boðað frá, at Fernando Torres ikki er til sølu.