Liverpool og serstakliga danski verjuspælarin Daniel Agger fingu eina sera vánaligan byrjan upp á ta nýggju Premier League-kappingina í dag. Liverpool var á útivølli ímóti West Bromwich Albion, og úrslitið gjørdist ein tryggur heimasigur upp á 3-0.
Tá ein tími var spældur, fekk Daniel Agger tað reyða kortið, tí dómarin metti, at hann sum aftasti maður hevði steðgað WBA-álopsspælaranum Shane Long so harðliga, at tað gav reytt kort. Long brendi brotssparkið. men vertirnir fingu nýtt brotsspark, og tað skoraðu teir uppá.
Fyri tann nýggja Liverpool-venjaran, Brendan Rodgers, mundi tapið vera ein beiskur biti at svølgja. Hann skifti í summar frá Swansea, sum vann ein tryggan 5-0 útisigur í dag við nýggja venjaranum Michael Laudrup.