Liverpool niður aftur á jørðina

Liverpool tók ikki av gávuni, sum Newcastle kom við í gjár

Liverpool hevði í kvøld møguleikan at legga á odda við sjey stigum, eftir at Manchester City í gjár púra óvæntað tapti 2-1 fyri Newcastle. Á Anfield megnaði Liverpool bara at spæla javnleik 1-1 móti Leicester.

 

Liverpool kom annars á odda longu aftaná tveir minuttir, tá Sadio Mané úr vinstru plaseraði bóltin í handara síðunet. Síðani kom Leicester væl við og kundi havt skorað fleiri enn tað eina, sum teir fingu í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.

 

Chelsea tykist vera steðga upp. Teir taptu heili 4-0 á útivølli fyri AFC Bournemouth, meðan Tottenham mátti stríðast fyri at vinna á Watford á heimavølli. Við úrslitunum í dag er Tottenham við aftur í meistarastríðnum, nú frástøðan upp til Liverpool er minkað niður í sjey stig. Liverpool er oddalið og hevur fimm stig fleiri enn Manchester City.

 

Premier League 24. umfar:

Arsenal 2 – 1 Cardiff City

Fulham 4 – 2 Brighton & Hove Albion

Huddersfield Town 0 – 1 Everton

Wolverhampton Wanderers 3 – 0 West Ham United

Manchester United 2 – 2 Burnley

Newcastle United 2 – 1 Manchester City

AFC Bournemouth 4 – 0 Chelsea

Southampton 1 – 1 Crystal Palace

Liverpool 1 – 1 Leicester City

Tottenham Hotspur 2 – 1 Watford