Liverpool misti enn eina ferð leiðsluna, tá teir í kvøld spældu javnleik 1-1 móti Chelsea í 13. umfari í Premier League. Mohamed Salah legði Liverpool á odda, meðan Willian javnaði fyri gestirnar úr London.
Sjey dystir í 13. umfari í Premier League eru spældir í dag og í gjár. Einasti dysturin millum sokallði “Topp seks” liðini var á Anfield í kvøld. Antonio Conte, venjari hjá Chelsea, hevur gramt seg um, at hansara lið spældi so seint sum mikukvøldið í Aserbadjan.
Liverpool, sum tveitti eina 3-0 leiðslu vekk týskvøldið í Champions League, hevði óvæntað bæði Daniel Sturridge og Alex Oxlade-Chamberlain við frá byrjan. Fyrr hálvleikur hevði sínar løtur, men einki mál kom. Í seinna hálvleiki kom meiri ferð á. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Mohamed Salah Liverpool á odda, tá hann eitt sindur heppið slapp gjøgnum verjuna hjá Chelsea og kundi prika bóltin í málið.
Síðani fór Antonio Conte til arbeiðis og skifti út. Tað loysti seg, tí Chelsea sat á øllum dystinum, meðan Liverpool bara í løtum hótti. Tað endaði við, at innskifti Willian javnaði, tá hann royndi at leggja innfyri úr høgru. Málið verður nokk bólkað, sum eitt heldur heppið mál, men tað var í trá við leikgongdina. Chelsea spældi væl, meðan Liverpool, eins og í Sevilla týskvøldið, als ikki megnaði at halda fast í bóltinum.
Hepni við United
Fyrr í dag vann Manchester United 1-0 á Brighton á Old Trafford. Heimaliðið hevði munin, men tað skuldi eitt heldur heppið mál til, áðrenn Manchester United kom á odda. Ein vælspælandi Ashley Young kom til skot á brotsteigarmarkinum. Hann rakti ein verjuspælara á vegnum og snýtti málverjan.
Tottenham var rímiliga stórur favorittur at vinna á West Bromwich, men Harry Kane kláraði bara at bjarga liðnum eitt stig, eftir at Solomon Rondon legði venjaraleysu gestirnar á odda. Annað enn tað, so stóð Watford fyri stóra úrslitinum í dag, tá teir vunnu heili 3-0 á útivølli móti Newcastle.
Og so mugu vit bara staðfesta, at hepnið fylgir teimum, sum søkja tað.
Premier League 13. umfar:
West Ham United 1 - 1 Leicester City
Crystal Palace 2 - 1 Stoke City
Manchester United 1 - 0 Brighton & Hove Albion
Newcastle United 0 - 3 Watford
Swansea City 0 - 0 AFC Bournemouth
Tottenham Hotspur 1 - 1 West Bromwich Albion
Liverpool 1 - 1 Chelsea
Í morgin:
Southampton - Everton
Burnley - Arsenal
Huddersfield Town - Manchester City
1
12
33
34
2
13
22
29
3
13
13
26
4
13
11
24
5
13
7
23
6
12
6
22
7
12
3
22
8
13
1
21
9
13
-1
16
10
12
-9
15
11
13
-2
14
12
13
-3
14
13
13
-6
14
14
12
-5
13
15
13
-10
13
16
12
-12
12
17
13
-9
11
18
13
-14
10
19
13
-8
9
20
13
-17
8