Liverpool mest vinnandi lið í Onglandi

Liverpool lá omaná aftaná brotssparkskappingina til Super Cup finaluna móti Chelsea í dag.

Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og eftir longda leiktíð stóð framvegis á jøvnum - ta ferðina 2-2. Tammy Abraham gjørdist seinasti brotssparkskjútti, tá hann við 10. brotssparki sendi bóltin í fótin á Adrian og gav Liverpool sigurin.

Hóast Super Cup í sjálvum sær ikki er serliga spennandi at vinna, og at Liverpool fjeppararnir hava ivaleyst gloymt steypið um nakrar vikur, tá Premier League er komin eitt sindur meira í gongd, so er steypið ikki heilt týdningarleyst kortini.

Við steypinum er Liverpool nevniliga vorðið tað enska liðið, ið hevur flest steyp í steypaskápinum.

Manchester United og Liverpool lógu jøvn við 42 steypum hvør, men við sigrinum í gjár hevur Liverpool sostatt vunnið 43 steyp, og kann nú kalla seg tað liðið í Onglandi, ið hevur vunnið flest steyp í enskum og evropeiskum kappingum.

18 ferðir hevur Liverpool vunnið best ensku deildina, sjey ferðir FA Cup, átta League Cup, seks Euro Cup/Champions League, og fýra ferðir onnur evropeisk steyp.

Aftaná United á øðrum plássinum kemur Arsenal 30 steypum, Chelsea við 24 steypum og Aston Villa við 20 steypum.