Liverpool áleypari illa skaddur

Divock Origi spælir helst ikki aftur hetta kappingarárið fyri Liverpool. Hann bleiv illa skaddur í grannauppgerðini móti Everton, sum var mikukvøldið.

 

Belgiski áleyparin hevur verið týdningarmikil fyri Liverpool seinastu mánaðirnar, har venjarin hevur valt hann framum málsøknar framherjar sum Daniel Sturridge og Chrsitian Benteke.

 

Divock Origi bleiv skaddur í øklinum, eftir eina takling frá Everton miðverjanum Ramiro Funes Mori, ið eftirfylgjandi hevur fingið bót frá felagnum fyri sín atburð á vøllinum.

 

Jugren Klopp, venjari hjá Liverpool, vildi á tíðindafundi í dag tó ikki avskriva, at 21 ára gamli áleyparin verður tøkur undan kappingarenda. Mett verður at tað kann taka upp til átta vikur, áðrenn Divock Origi spælir aftur.

 

Liverpool vann dystin greitt 4-0, men hevur eftirhondini fleiri skaðar. Millum annað sita eisini Jordan Henderson og Emre Can uttanfyri.