Líkt er til, at Liverpool fer at leingja sáttmálan við tann spanska venjaran, Rafael Benitez. Partarnir hava fingið lønina og tíðarmálið fyri næsta sáttmálaskeiðið uppá pláss.
Væl umtókti venjarin hjá Liverpool hevur 18 mánaðir eftir av sínum núverandi sáttmála. Men longu í november fóru partarnir í gongd við samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála. Benitez ynskti, at sáttmálin skal verða undirskrivaður í januar, og alt talar fyri, at tað fer at eydnast.
- Umboðsmaðurin hjá mær hevur móttikið eitt útkast til sáttmálan vit sótu við ígjár. Vit eru samdir um tíðarmálið og lønina. Nú skulu vit tjakast um mín leiklut og mítt ábyrgdarøkið, sum høvuðsvenjari hjá felagnum. Sigur Benitez við blaðið, Liverpool Echo.
Sambært enskum fjølmiðlum, so hevur Benitez kravt fullan ræðisrætt, tá tað snýr seg um keyp og sølu av spælarum. Men hesum vísir Benitez aftur. Liverpool er oddalið í Premier League við 45 stigum.