Liverpool-leikari tikin fyri rúsdrekkakoyring

Roberto Firmino var ikki edrúur jólaaftansmorgun

Nógv nýta jólini sum eitt høvi til at smakka sær á, men hetta verður nú ikki væntað av yrkisleikarum í Premier League, ið hava nokk av dystum at síggja til um jól- og nýggjárstíðir. Í dag er tó ein heldur skelkandi søga komin undan kavi, tí Liverpool-stjørnan, Roberto Firmino, er blivin tikin fyri rúsdrekkakoyring.

 

Hetta veit størsti miðilin í Liverpool, Liverpool Echo, at siga. Tað var um morgunin 24. desember, at ein 25 ára gamal maður varð tikin fyri at koyra ávirkaður í sjálvum býarsentrum í Liverpool. Hesin maðurin var ongin annar enn álopssinnaði Liverpool-leikarin, Roberto Firmino.

 

Lokala løgreglan, Merseyside Police, sigur, at brasiliumaðurin skal møta í rættinum í Liverpool 31. januar í komandi ári. Hetta kemur illa við hjá Roberto Firmino, tí sama dag skal Liverpool spæla ímóti núverandi oddaliðnum í Premier League, Chelsea. 

 

Í morgin spælir Liverpool, við ella uttan Roberto Firmino, á heimavøli ímóti Stoke.