Formaðurin í Liverpool FC, Tom Werner og høvuðseigarin, John W. Henry hava nógv góð orð at bera skotska høvuðsvenjaranum hjá Liverpool FC, Kenny Dalglish.
- Alt felagið hevur verið undir einum ótrúliga stórum trýsti, men Kenny hevur frá fyrsta degi verið nakað heilt serligt, staðfestu Tom Werner og John W. Henry á sjónvarpsrásini hjá Liverpool, aftaná sigurin í Liga Cup kappingini ímóti Cardiff, sum kravdi bæði longda leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn vinnarin var staðfestur.
- At vinna Liga Cup er tað fyrsta stigið hjá okkum, fyri at koma aftur á slóðina. Og nú kunnu fólk kanska byrja at tosa meir um tað, sum hendir inni á vøllinum, enn at tosa um alt tað, sum hendir uttanfyri vøllin. Vit hava havt eina keðiliga gongd í nógv ár, og tað var uppá tíðina, at felagið vaknaði, og vann ein stórdyst, sum Liga Cup finaluna ímóti Cardiff, slóg John W. Henry fast í gjárakvøldið á Liverpool-TV.
Sigurin hjá Liverpool í Liga Cup finaluni ígjár, var fyrsti Liga Cup sigurin hjá Kenny Dalglish, sum venjari.